top of page

fre. 30. apr.

|

Føroya Fólkaháskúli

Rødd og framburður Grundskeið

v/ Súsonnu Tórgarð Menn teg og tora betur at stíga fram og taka orðið.

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
Rødd og framburður  Grundskeið

Tíð og stað

30. apr. 2021 16.00 – 03. maj 2021 16.00

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Rødd og framburður・Grundskeið

v/Súsonnu Tórgarð

Málbólkur: Skeiðið er fyri øll, sum vilja menna seg á hesum øki, roynd og óroynd.

Vit arbeiða við grundleggjandi andadráttsvenjing og kropsburði, við tekstum og smáum leikbrotum.

Førleikin at brúka røddina rætt mennist, og tú fær innlit í hvat tú reint kropsliga kann, fyri at fáa eina størri nærveru – sum sjónleikari, undirvísari, fyrilestrarhaldari, fundarleiðari. 

Tú torir betur at stíga fram og taka orðið. 

Arbeitt verður í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara.

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

bottom of page