Rødd og framburður Framhaldsskeið
Tíð & stað
Um skeiðið
Rødd og framburður・Framhaldsskeið
v/Súsonnu Tórgarð
Málbólkur: Skeiðið er fyri øll, sum vilja menna seg á hesum øki, roynd og óroynd.
Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.Skeið í rødd og framburði av teksti
Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.
Skeiðið er fyri tey, sum áður hava luttikið á skeiði í rødd og framburði av teksti.
Vit arbeiða á sama hátt sum á byrjunarskeiðinum, við avspenning og grundleggjandi andadráttsvenjingum,
teimum fýra ræddar-kvalitetunum, kropsburði og við tekstum, sum luttakarar sjálvi taka við.
Umframt tað arbeiða vit við dialogum og tekstum, sum luttakarnir fáa sendandi áðrenn skeiðsbyrjan.
_____________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.