top of page

fre. 09. jun.

|

Tórshavn

Rødd og dansur - SUMMARTILBOÐ 750 kr.

Súsanna Tórgarð og Lív Reynheim

Rødd og dansur - SUMMARTILBOÐ 750 kr.

Tíð og stað

09. jun. 17.00 – 11. jun. 15.00

Tórshavn, 14 Háskúlavegur, Tórshavn 100, Færøerne

Um skeiðið

TEKNA TEG 

Dagskeið 750 kr: Undirvísing, tilfar, kaffi og máltíð íroknað. Uttan gisting.

Rødd og dansur

Vit byrja hvønn dag við avspenning og grundleggjandi andadráttsvenjingum, fyri at fáa samband við rødd og kropp. Útfrá hesum, verður arbeitt við framburði av stuttum tekstbrotum – tit taka yrkingar ella annan skaldsligan tekst við.

Síðani knýta við dans og rørslu saman við tekstunum, læra eina koreografi, og leggja dent á at hava tað stuttligt saman. Koreografiin eitur Shim Sham, og stavar frá afro-amerikanskum dansi – sí leinkju niðanfyri. 

https://youtu.be/bjfM4Wrj9UI

Skeiðshaldarar

Súsanna Tórgarð; sjónleikari og undirvísari í rødd og framburði.

Lív Reynheim; undirvísari í swingdansi; lindy hop, charleston og blues.

Skrá

Fríggjadag 9. juni kl. 17-19

Leygardag 10. juni kl. 10-15

Sunnudag 11. juni kl. 10-15

_______________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

bottom of page