tor. 12. maj
|Tórshavn
Qigong og kunstterapi
Vivian Sjóðklett (FO) og Solfred Hela Pedersen (DK)

Tíð og stað
12. maj 2022 16.00 – 15. maj 2022 16.00
Tórshavn, Háskúlavegur 14
Um skeiðið
QI-GONG
Kinesiska orðið Qigong merkir orkuvenjing. Hetta er aldargamal kinesiskur fimleikur, ið sameinir seinar róligar rørslur við djúpan andadrátt. Hendan heilsuvenjing gevur betri súrevnis-upptøku til kyknurnar í kroppinum, hon ger blóðrenslið betri og styrkir vøddar, sinar, beinagrind og nervalag. Qigong styrkir harumframt eisini tíni samskipanarevni, tína javnvág, og tínar eginleikar til at hugsavna teg..
Vit arbeiða við eini røð av 18 venjingum, har tú fært vant allan kroppin. Øll kunnu verða við, tí rørslurnar verða lagaðar til tann einstaka.
KUNST-TERAPI
Við at fáa samband til skapandi evnini sum búgva í okkum øllum, vekja vit sovandi síður av okkara persónligheit. Vit gerast meira sjónlig í mun til okkara kenslulív og vit útbyggja kunnleikan um okkum sjálvi. Fyrimunurin við at nýta tann skapandi háttin í tí persónligu menningartilgongdini er, at vit fáa nakað heilt persónligt og ítøkiligt at fyrihalda okkum til: Eitt úttrykk, ið er skapað út frá okkum sjálvum, og sum inniheldur týdningarmiklar upplýsingar um okkara ótilvitaðu síðu.
Langt vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 2400 kr fyri 4 dagar undirvísing og vistarhald.
________________________________________________________________________
Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.