Thu, Apr 29 | Føroya Fólkaháskúli

Qigong & Kunstterapi

v/ Vivian Sjóðklett og Solfred Hela Petersen Eitt kærkomið høvið til tín sum ynskir at finna títt egna innara dirvi og styrki.

Tíð & stað

Apr 29, 4:00 PM – May 02, 4:00 PM
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Qigong & Kunstterapi

v/ Vivian Sjóðklett og Solfred Hela Petersen

Málbólkur: Øll, ið hava hug at tekna.

Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Qigong & Kunst-Terapi: Hvat er títt innara hav ?

Vit kenna søgnina um kópakonuna sum fekk stoli sín ham sín samleika. Og at enda, við at finna sín ham finnur seg sjálva aftur  og at enda loypur í havi. 

Vit kunnu øll vera eitt stað í lívinum har vit hava ein longsul ella ynski um at finna partar av okkum sjálvum aftur.

 

Við hesum serskeiði á Føroya Fólkaháskúla verður Qigong og Kunstterapi samantvinnað. Vit arbeiða vit við okkara innara tilfeingi og við at kenna lívsorkuna gjøgnum Qi-Gong-venjingar umframt at finna styrki gjøgnum kunst-terapeutiskar teknikkir.

Eitt kærkomið høvið til tín sum ynskir at finna títt egna innara dirvi og styrki.

QIGONG: Kinesiska orðið Qigong merkir orkuvenjing. Hetta er aldargamal kinesiskur fimleikur, ið sameinir seinar róligar rørslur við djúpan andadrátt. Hendan heilsuvenjing gevur betri súrevnis-upptøku til kyknurnar í kroppinum, hon ger blóðrenslið betri og styrkir vøddar, sinar, beinagrind og nervalag. 

Qigong styrkir harumframt eisini tíni samskipanarevni, tína javnvág, og tínar eginleikar til at savna hugin. Vit arbeiða við einari røð av 18 venjingum, har tú fært vant allan kroppin, og øll kunnu verða við, tí rørslurnar verða lagaðar til tann einstaka. 

KUNST-TERAPI Við at fáa samband til skapandi evnini sum búgva í okkum øllum, vekja vit sovandi síður av okkara persónligheit. Vit gerast meira sjónlig í mun til okkara kenslulív og vit útbyggja kunnleikan um okkum sjálvi. Fyrimunurin við at nýta tann skapandi háttin í tí persónligu menningartilgongdini er, at vit fáa nakað heilt persónligt og ítøkiligt at fyrihalda okkum til: 

Eitt úttrykk, ið er skapað út frá okkum sjálvum, og sum inniheldur týdningarmiklar upplýsingar um okkara ótilvitaðu síðu.

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)