top of page

fre. 21. apr.

|

Føroya Fólkaháskúli

Podcast-verksmiðja

Josephine Marcher (DK)

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
Podcast-verksmiðja

Tíð og stað

21. apr. 16.00 – 23. apr. 16.00

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

TEKNA TEG

Podcast-verksmiðja

Øll, sum hava okkurt uppá hjartað, kunnu gera ein podcast og koma út við sínum boðskapi – tað er bæði ein lættur og bíligur máti at samskifta og at náa ein breiða fjøld av lurtarum.

Í tríggjar dagar lærir tú um podcast sum miðil – hvat kann podcast, og hví er tað blivið so væl umtókt.

Luttakararnir fáa amboð til hugskots- og konseptmenning, læra um bakgrundstónleik og real-ljóð og fáa høvi at menna og framleiða sítt egna podcast-uppskot. Í felag geva vit konstruktivan kritikk, og tú fært vegleiðing í, hvussu tú researchar og finnur tilfar til podcastin.

Josephine Marcher er kandidatur í journalistikki, og undirvísir m.a. í podcastframleiðslu á Kulturværftet í Helsingør, umframt at hon er partur av fleiri podcast-verkætlanum, m.a. um heilsugransking. Hon hevur verið útvarpstíðindafólk í DR.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

bottom of page