top of page

ons. 15. mar.

|

Føroya Fólkaháskúli

Pensionistaskeið

Komandi vár bjóðar Háskúlin pensionistum á eitt 7 daga skeið í døgunum 15.–21. mars 2023.

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
Pensionistaskeið

Tíð og stað

15. mar. 17.00 – 21. mar. 17.00

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

--> Tekna teg til skeiðið HER! <--

So er aftur pensionistaskeið á skránni! 

Komandi vár bjóðar Háskúlin pensionistum á eitt 7 daga skeið í døgunum 15.–21. mars 2023. Hetta er eitt afturvendandi skeið og áhugin plagar at vera sera stórur. 

Skráin er fjølbroytt: Kvøldsetur, dansur, verkstovur av ymiskum slag, vitjanir til ymiskt í Havn, longri útferð við bussi, framúr góður matur og ikki minst sangur, hugni og samvera við øðrum úr øllum Føroyum. Skunda tær at tekna teg, um tú ynskir at luttaka.

Vit gleða okkum at taka ímóti tær!

Kostnaður í tvímanskamari 3500 kr, í einakamari (avmarkað nøgd) 4500 kr.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

bottom of page