man. 28. mar. | Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn

Pensionistaskeið

Lærarar á Háskúlanum
Billetter sælges ikke
Pensionistaskeið

Tíð og stað

28. mar. 16.00 – 03. apr. 16.00
Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn

Um skeiðið

Árliga pensionistaskeiðið verður mánaðarskiftið mars-apríl 2022. Á skránni eru fleiri skapandi verksmiðjur, í myndlist, frásøgn, sangi og øðrum, umframt útferðir og hugnakvøld. Og ikki minst hugnalig samvera og leskiligur matur í eina heila viku.

Skráin verður send luttakarunum síðst í februarmánaða.

Vit gera vart við, at trappur eru á Háskúlanum bæði til kømrini og til matarsalin.

Vikuskeið. Skeiðsgjald 3000 kr í dupultkamari og 4000 kr í einkultkamari. Íroknað er undirvísing, tilfar, útferðir og fult vistarhald.