Tue, Mar 23 | Føroya Fólkaháskúli

Pensionistaskeið

Við føstu lærarunum á háskúlanum. Árliga pensionistaskeiðið er ein vika av felags háskúlalívi fyri pensionistar.

Tíð & stað

Mar 23, 4:00 PM – Mar 28, 4:00 PM
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Pensionistaskeið v/ føstu lærarunum á Føroya fólkaháskúla

Skeiðsgjald: kr. 4000 í einakamari og kr. 3000 fyri hvønn í dupultkamari, hetta fyri undirvísing, gisting og mat.

Árliga pensionistaskeiðið er ein vika av felags háskúlalív fyri pensionistar, og fevnir um morgunrørslu, ymiskt hondverk, framløgur, føroyskan dans, utferðir og felags hugna.

Vit gera vart við, at trappur eru á Háskúlanum

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)