fre. 07. aug. | Føroya Fólkaháskúli

Orðasangur - yrking, rytma og rím

Trygvi Danielsen Íblástur til at finna sína rødd á pappírinum og sítt stev í málinum
Man kan ikke længere tilmelde sig
Orðasangur - yrking, rytma og rím

Tíð & stað

07. aug. 2020 16.00 – 09. aug. 2020 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Orðasangur – yrking, rytma og rím

v/Trygva Danielsen, rithøvundi

Málbólkur: Øll, ið hava hug at skriva.

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat. 

(Lesandi: 1000 kr. - at viðmerkja í teiginum "viðmerking" á tilmeldingarblaðnum)

Vit gera skrivivenjingar við luttakarunum, har dentur verður lagdur á at framleiða yrkingar, ið verða frambornar sum sangir; eisini kent sum spoken word. Skeiðið skal veita luttakaranum íblástur til at finna sína rødd á pappírinum og eggja luttakaranum til at finna sítt stev í málinum. Venjingarnar verða fjølbroyttar og ítøkiligar, men reglugerðin verður burturbeind: Í orðasangi er alt loyvt. 

Trygvi Danielsen er 28 ár. Hann hevur lokið bachelor prógv í føroyskum máli og bókmentum á Setrinum í 2018. Í løtuni er hann lesandi á ritlistaútbúgvingini á Setrinum. Trygvi hevur útgivið tvey søvn við yrkingum og prosatekstum. Hann hevur útgivið eina tónleikaplátu sum Silvurdrongur og framført eina rúgvu av konsertum sum orðasangari. 

Virðirslønir: Ebba Hentze heiðurslønin, 2019. Ársins nýggja navn á FMA, 2018. Geytavinnari, 2018. Ársins unga listafólk, 2014

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.  

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil