fre. 20. maj | Tórshavn

Orð og tónasmið

Bartal Augustinussen
Orð og tónasmið

Tíð og stað

20. maj 16.00 – 22. maj 16.00
Tórshavn, Háskúlavegur 14

Um skeiðið

TEKNA TEG HER

Málbólkur: Øll, sum eru áhuga at skriva egin løg og tekstir

Endamálið við skeiðinum er, at geva íblástur og amboð til at menna egið orða- og tónasmíð, og geva luttakarunum innlit í ástøðilig sjónarmið,sum snúgva seg um hetta. At skapa tryggar karmar til at menna framførslu, í hugkveikjandi, máttmiklum og friðsælum umhvørvi. At skapa ein gróðrarbotn fyri, at skeiðsluttakarin sjálvstøðugt kann menna sítt orð- og tónasmíð eftir lokið skeiðsvirksemi.

Bartal Augustinussen hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum síðan 2005. Hann hevur spælt konsertir í Danmørk, Grønlandi, Týsklandi, Finnlandi og Russlandi. Hann hevur útgivið fløgu við bólkinum ‘Guðrun & Bartal’, umframt staklag í egnum navni (& Bartal). Hann hevur luttikið á sangskrivaraskeiðum, og gingið á útbúgvingini “Tónlist” á Fróðskaparsetri Føroya.

Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.

________________________________________________________________________

Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.