top of page

fre. 19. maj

|

Føroya Fólkaháskúli

Myndlist - kynstrið at missa fótafestið

Simon Fensholm (DK)

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
Myndlist - kynstrið at missa fótafestið

Tíð og stað

19. maj 16.00 – 21. maj 16.00

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

TEKNA TEG

Kynstrið at missa fótafestið

Vit fara at gera uppgávur, við fokus á íblástur og teknikk hjá luttakarunum. Á henda hátt bjóða vit siðbundna mátanum at skapa list av.

Luttakararnir verða kunnaðir um eina røð av venjingum, og um tilfar og ymiskar tilgongdir. Endamálið er at luttakararnir sleppa at royna, at nýta improvisatión sum part av sínum listarliga arbeiði.

Simon Fensholm (DK) hevur MA fra Kunstakademiets Designskole, Keypmannahavn 2015, har hann eisini undirvísir.

Simon arbeiðir við málningalist, myndprýðing og skulptur, har grundarlagið er improvisatión og ein sansalig, eksperimenterandi tilgongd. Les meira https://www.simonfensholm.com/. Simon var eisini við á Ólavsøkuframsýningini í 2022 og hevur prýtt veggir í Tórshavn við vøkrum street-art.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

bottom of page