top of page

fre. 03. mar.

|

Føroya Fólkaháskúli

Myndaveving

Gina Hedegaard Nielsen og Paulina Jóanesardóttir

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
Myndaveving

Tíð og stað

03. mar. 16.00 – 05. mar. 16.00

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

TEKNA TEG til myndaveving

At veva myndir er at mála við tráðnum, og vovið verður á eina uppsetta renning. Arbeitt verður ofta á smærri øki í senn, gjarna á skák ella í boga. Tilfarið, ið verður nýtt, nýtist ikki verða avmarkað til vanligan tráð. Bara hugflogið avmarkar, hvat tilfar verður nýtt.

Eitt skeið í myndaveving bjóðar bæði royndum og óroyndum ein møgleika at savna seg um eitt handverk, har stundir eru hjá hvørjum einstøkum at fara í dýbdina og skapa.

Skeiðshaldarar

Gina Hedegaard Nielsen, DK, er skeiðshaldari, og Poulina Jóanesardóttir er hjálparfólk. Gina hevur heimasíðuna https://ginahn.com og Poulina https://www.poulina.fo/

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

bottom of page