Musikksalon
Tíð & stað
Um skeiðið
Musikksalon
v/ Karsten Vogel
Málbólkur: Fyri tann forvitna tónleikaelskaran, sum ynskir víðari innlit í tónleikin. Bæði tey útinnandi og tey lurtandi.
Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.
Við útgangspunkti í teim stóru jazzlistamonnunum s.s. Louis Armstrong, Lester Young, Charlie Parker, Miles Davis, Bud Powell, John Coltrane, Ornerntte Coleman kanna vit, við dømum hugtøk sum episkt, lyriskt og dramatiskt, soleiðis sum hesi hátta seg í tónleikinum.
Eisini ferð at verða skeitt til klassisk tónaskøld sum Schönberg, Ligeti, Gubaidulina o.o. og myndlistafólk sum Modigliani, Basquiat v.fl..
_____________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.