fre. 13. aug. | Føroya Fólkaháskúli

Modernaður dansur

v. Búa Rouch Modernaður dansur við grundstøði í release-teknikki, floorwork og improvisatión.
Modernaður dansur

Tíð & stað

13. aug. 16.00 – 15. aug. 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Modernaður dansur v. Búa Rouch

Málbólkur: Øll, ið eru áhugað í rørslu og koreografi í breiðari merking og at læra modernaðan dans. Tað er ein fyrimunur at hava nakað av royndum úr dansi, ella aðra rørslubakgrund úr eitt nú sjónleiki, fimleiki ella kampsporti, men týdningarmiklast er hugur og hegni til at læra.

Støði: Grundstøði. Tó kunnu fólk, ið longu hava dansiroyndir eisini fáa nógv burturúr.

Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Lýsing av skeiði:

Í hesari dansiverkstovu læra vit at dansa modernaðan dans við grundstøði í release-teknikki, floorwork og improvisatión. Umvegis venjingar og spøl fara vit at styrkja og smidliggera kroppin og stimbra koordinatión og musikalitet. Harumframt fara vit í felag at læra diagonalar og eina koreografi við støði í nútímans modernaðum dansi – alt við feitum tónleiki.

Um undirvísaran:

Búi Rouch er útlærdur samtíðardansari, koreografur og lærari frá Iwanson International School of Contemporary Dance í München. Undir hansara yrkisleið hevur hann verið virkin í Týsklandi sum dansari og koreografur í ymsum kompagníum og lærari á yrkisdansi – og sjónleikaskúlum. Harumframt hevur hann eisini verið at sæð á palli í Føroyum, eitt nú í Hamlet við Det Ferøsche Compagnie. 

Meira um Búa: www.buirouch.com

____________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil