top of page

tor. 21. maj

|

Føroya Fólkaháskúli

Maskinbinding á Føroya Fólkaháskúla FULLTEKNAÐ

Fólk runt landið hittast at binda, práta og stuðla hvørjum øðrum

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
Maskinbinding á Føroya Fólkaháskúla FULLTEKNAÐ

Tíð og stað

21. maj 2020 16.00 – 24. maj 2020 12.00

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Maskinbinding á Føroya Fólkaháskúla

Málbólkur: Kvinnur og menn í øllum aldri og úr øllum Føroyum, sum binda uppá maskinu.

Skeiðsgjald 2000 kr. fyri vertskap, tilfar, gisting og mat.

Maskinbindiglað fólk runt landið hittast at binda, práta og stuðla hvørjum øðrum. At binda við maskinu er eitt heldur einsligt ítriv, og umráðandi er at sleppa at læra hvør frá øðrum undir hugnaligum háskúlaumstøðum.

Lærari: Vit læra av hvørjum øðrum, men lærarar frá Háskúlanum eru til staðar og skipa dagarnar.

______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

bottom of page