fre. 21. maj | Føroya Fólkaháskúli

Lívið og eg ・Fyri vaksin við menningartarni

v/ lærarunum á Føroya Fólkaháskúla
Man kan ikke længere tilmelde sig
Lívið og eg ・Fyri vaksin við menningartarni

Tíð & stað

21. maj 16.00 – 24. maj 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Lívið og eg・Fyri vaksin við menningartarni

v/ Lærararnir á háskúlanum

Málbólkur: Fyri teg ið hevur menningartarn, ert sjálvbjargin í øllum gerandismálum og hevur fylt 20 ár. Tú hevur møguleika at hava stuðul við, um tað er eitthvørt ávíst ið tær tørvar hjálp til.

Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

LÍVIÐ OG EG - í hugnaliga og sansaliga hálskúla-umhvørvinum.

Andi djúpt, verði djørv og uppliva lívið og tykkum sjálvi,  tá tit taka við avbjóðingum

- úti og inni

-sansaliga og kropsliga

- kreativt og lærandi

Vit gera vart við at háskúlin tíverri ikki hevur umstøður til fólk í koyristóli.

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil