List í náttúruni Gongutúrar
Tíð & stað
Um skeiðið
Í hesi listaverkætlan fara vit at kanna okkara tørv á ( longsul eftir?) at ganga úti í náttúruni.
Vit fara út og skapa í felag ein ”audio-gongutúr”,sum verður settur saman av nýggjum og gomlum søgum, ljóðum og upplivingum.
Endamálið er gjøgnum kreativa søguforteljing, at endurskapa samband okkara við landslagið og náttúruna, og við hvønnannan.
Floortje og Eva skipaðu fyri einum líknandi gongutúri í fjør, men hann var virtuellur tí hetta var mitt í Coronu tíðin. Í ár eru tær báðar í Føroyum, og gleða seg til at fara út saman við tykkum luttakarum.
_____________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.