Linoleumsskeið fyri øll
Tíð & stað
Um skeiðið
Linoleumsskeið fyri øll
v/ Bárði Dal Christiansen
Málbólkur: til tey sum hava hug at royna seg við linoleumsprenti.
Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.
Endamáli er at framleiða linoleumsprent, eftir at gjøgnumført eina neyva skitseringsgongd.
Her fara vit læra nakrar hættir ið kunnu lyfta linoleumsprentini á eitt hægri støði. Tað er bæði digitalt og analog.
Á hesum grundskeiðnum verður tíð set av til at granska verk, læra um mannagongdir, og lata seg inspirera.
Á framhaldsskeiðnum 16-18 apríl verður eksperimentera við ymiskum mátum at prenta og framleiða skurðar.
_____________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.