fre. 16. apr. | Føroya Fólkaháskúli

Linoleumsskeið Framhald FULLTEKNAÐ

v/ Bárði Dal Christiansen Eksperimentera við linoleumsprentinum - lær nýggjar teknikkir.

Tíð & stað

16. apr. 16.00 – 18. apr. 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Linoleumsskeið・Framhald

v/ Bárði Dal Christiansen

Málbólkur: Skeiðið krevur ikki nakrar ávísar førleikar og øll kunnu tí luttaka óansæð listarligar gávur. Royndir eru tó ein fyrimunur.

Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Endamáli er at framleiða linoleumsprent har vit hava eina eksperimentarandi mannagongd tá vit prenta.

Hetta kann til dømis vera at blanda prentsvertuna við øðrum komponentum sum sápu, salt o.s.fr..

Fyri at koma í gongd við tilfarinum skjótast gjørligt byrja vit við at skitsera beinleiðis á linoleumið.

Vit fara eisini at arbeiði við at fáa ymisk úttryk úr sama prentið.

Vit læra teknikkir ið kunnu lyfta linoleumsprentini á eitt hægri støði. Tað kan vera bæði digitalt og analogt.

Eisini er møguleiki at brúka annað tilfar enn linoleum, um man hevur hug til tad. Tað kann til dømis vera træ ella líknandi.

Vit taka samanum hvønn dag og seta orð á tað vit hava lært.

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)