fre. 07. aug. | Føroya Fólkaháskúli

Linoleums- og listaskeið fyri øll FULLTEKNAÐ

Bárður Dal Christiansen, listamaður Lær teknikkir, bæði digitalir og analogir, ið kunnu lyfta linoleumsprentini á eitt hægri støði.
Man kan ikke længere tilmelde sig
Linoleums- og listaskeið fyri øll FULLTEKNAÐ

Tíð & stað

07. aug. 2020 16.00 – 09. aug. 2020 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Linoleums- og listaskeið fyri øll

v/Bárði Dahl Christiansen, listamanni

Málbólkur: Øll yvir 15 ár kunnu luttaka, óansæð listarligum talenti og gávum. Skeiðið krevur ikki nakrar serligar førleikar, og tí hóskar tað seg væl til áhugað í øllum aldursbólkum.

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Vit framleiða linoleumsprent eftir eina grundliga skitseringsgongd. Her fara vit at læra nakrar teknikkir, bæði digitalir og analogir, ið kunnu lyfta linoleumsprentini á eitt hægri støði. Eisini verður tíð sett av til at granska verk og lata seg inspirera. Linoleumsskurðarnir kunnu brúkast sum partur av skitseringstilgongdini. Bárður greiðir frá, hvussu hetta varð gjórt í prýðingini av Posthúskjallaranum, tá skurðarnir vóru grundarlagið fyri verk í síðani vóru útskorin og málað úr timbri.

Bárður Dahl Christiansen er 34 ára gamal føroyskur myndamaður. Í løtuni er hann undir útbúgving til arkitekt á Det Kongelige Danske Kunstakademi og assistentur hjá viðurkenda danska listamanninum Peter Callesen. Bárður er eisini útbúgvin Multimediasniðgevi og Konseptmennari. Bárður hevur støðugt sýnt fram og verið í listarligari menning síðan hann debuteraði á Várframsýningini í 2007. Bárður hevur verið limur í Føroysk Myndlistafólk síðan 2009. Hann hevur arbeitt mest við figurativari málningalist, tekningum, skurðurm og grafikki. Bárður býr og arbeiðir á Christianshavn í Keypmannahavn.

______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil