man. 17. feb. | Føroya Fólkaháskúli

Lær at vera vertur og gera mat til tínar gestir

Gyðja Tróndardóttir & Hildur Hermansen Lær at gera góðan mat, hugna um og bjóða gestum.
Man kan ikke længere tilmelde sig
Lær at vera vertur og gera mat til tínar gestir

Tíð & stað

17. feb. 2020 16.00 – 19. feb. 2020 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Lær at vera vertur og gera mat til tínar gestir

Málbólkur: Vaksin fólk við menningartarni, sum ynskja at læra sjálvstøðugt at gera mat til sínar gestir.

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

v/ Gyðja Tróndardóttir, útbúgvin á Suhrs matakademi, og Hildur Hermansen, pedagogiskur ráðgevi, listakona og háskúlalærari

Undir hugnaligum umstøðum fær hugflogið frítt spæl, tá vit venja og læra at gera mat til teir gestir sum vit bjóða til døgurða, áðrenn skeiðið endar. Luttakarin lærir alt tað, sum tað hevur við sær at vera vertir: At gera góðan mat, hugna um og bjóða gestum. Og luttakarin fær uppskrift við myndum ella hóskandi samskifti við sær heim. 

Gyðja Tróndardóttir. Matáhugin hjá Gyðju varð kveiktur tá hon var á Suhrs´s Madakademi í Dannmark í 2009. Gyðja spælir sær í køkinum og fær alskyns smakkir fram av tí, sum hon finnur í skápinum. 

Hildur Hermansen. Gott hjálparfólk í køkinum og dugir at gera uppskriftir, sum eru lættlesiligar.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil