Endnu ikke afgjort | Føroya Fólkaháskúli

Hvussu varðveita vit mentanararvin? ÚTSETT

- og hvussu miðla vit hann av nýggjum? Pól Arni Holm, BA í fornfrøði, tónleikari, John Áki Egholm, tónleikari
Man kan ikke længere tilmelde sig
Hvussu varðveita vit mentanararvin? ÚTSETT

Tíð & stað

Endnu ikke afgjort
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Hvussu varðveita vit mentanararvin og hvussu miðla vit hann av nýggjum?

v/Pól Arni Holm, BA í fornfrøði, tónleikari, John Áki Egholm, tónleikari

Málbólkur: 12-99 ár.

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Við einari intro um føroyskan dans og gamlar danskar vísur, kunnu skeiðsluttakararnir vera við til at kava niður í ávíst kvæði ella vísu og modernisera tað við ljóðførum, at virða tað originala men samstundis at leggja afturat. Hvussu kann siðarvurin , í hesum føri føroyskur dansur, varðveitast sum eitt organiskt livandi element sum allir føroyingar eiga lut í og støðugt mennast við nýggjar leiðir, tvs sum eitt element í modernaðum tónleiki og list yvirhøvur.

Pól Arni Holm og John Áki Egholm eru oddamenn í orkestrinum Hamradun. Báðir hava verið við til at gera tónleik bygdur á føroyskar søgur og sagnir, og eisini gjórt tónleik bygdur á føroyska kvæðaarvin. Harumframt er Pól Arni fornfrøðingur, og báðir eru virknir tónleikarar.

__________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.  

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil