top of page

tir. 26. maj

|

Føroya Fólkaháskúli

Hvør eri eg – hvør ert tú? FLUTT TIL 26.-29. maj.

Við lærarum á háskúlanum og øðrum. “Hvør eri eg, hvør ert tú?”' Kreativar avbjóðingar, sansaligt umhvørvi og alskyns íblástrur.

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
Hvør eri eg – hvør ert tú? FLUTT TIL 26.-29. maj.

Tíð og stað

26. maj 2020 16.00 – 29. maj 2020 16.00

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Hvør eri eg – hvør ert tú

v/ lærarum á háskúlanum og øðrum

Málbólkur: Fyri teg ið hevur menningartarn, ert sjálvbjargin í øllum gerandismálum

og hevur fylt 20 ár. Tú hevur møguleika at hava stuðul við, um tað er eitthvørt ávíst ið

tær tørvar hjálp til.

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Við kreativum avbjóðingum, í sansaligum umhvørvi og við alskyns íblástri til okkum

sum menniskju, eru vit saman á hugnaliga háskúlanum og arbeiða við temanum,

“hvør eri eg, hvør ert tú”.

Nærri kunning um lærarar og skrá kemur í januar 2020

Vit gera vart við at háskúlin tíverri ikki hevur umstøður til fólk í koyristóli.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

bottom of page