ons. 18. aug. | Føroya Fólkaháskúli

Hip Hop 30+ Mikukvøld

Diana J. Hansen Sera vælumtókt dansiskeið.
Hip Hop 30+ Mikukvøld

Tíð & stað

18. aug. 19.00 – 08. dec. 20.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Málbólkur: Øll 30+ ára gomul, sum tíma at dansa.

Kostnaður kr. 1000

Mikudagar kl. 19.00-20.00 frá 18. august til 08. desember (ikki í heystfrítíðini)

Undirvísari: Diana J. Hansen

Diana Jógvansdóttir Hansen er útbúgvin á Hotstepper Urban Dance Rducation og Flowdance Academy Copenhagen. Hon hevur búð í Keypmannahavn í nógv ár og arbeitt professionelt sum dansari og koreograf, og undirvíst í hiphop, house og waacking.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil