ons. 22. jan.
|Føroya Fólkaháskúli
Háskúla Hip Hop, tað gamla
Diana J. Hansen Er tað Hip Hop, so er tað Diana. Sera vælumtókt dansiskeið.

Tíð og stað
22. jan. 2020 16.00 – 06. maj 2020 18.45
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Færøerne
Um skeiðið
Málbólkur: Hvør sum helst
Kostnaður? Kr. 750
14 mikukvøld frá 22.01 til 29.04
kl. 16.15-17.00 HipHop 5-8 ár
kl. 17.00-18.00 HipHop 9-12ár
kl. 18.00-19.00 HipHop vaksin (aldursmark 13+)
Undirvísari: Diana J. Hansen
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.