fre. 08. maj | Føroya Fólkaháskúli

Grót og grótlaðing

Hanus Vang, verkfrøðingur og bóndi Fái kunning frá góðum grótlaðarum og laða sjálvi ein lítlan garð ella varða
Man kan ikke længere tilmelde sig
 Grót og grótlaðing

Tíð & stað

08. maj 2020 16.00 – 10. maj 2020 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Grót og grótlaðing

v/Hanus Vang

Málbólkur: Øll

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, tilfar, gisting og mat.

Frálæra um arbeiðsháttir og grót. Vit koyra og hyggja eftir gjørdum arbeiði, fáa kunning frá góðum grótlaðarum og laða sjálvi ein lítlan garð ella ein varða.

Tað eru mong sum ætla at hampa rundan um hús og hava áhuga fyri íblástri. Eisini er hart tiltrongt at halda gamlar garðar við líka, sum í nógvum førum eru heilt farnir og niðurgrónir.

Hanus Vang er verkfrøðingur og hevur verið festari í nógv ár, og er fyrrverandi lærari á Tekniska Skúla.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.  

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil