Endnu ikke afgjort
|Føroya Fólkaháskúli
Grannamálið svenskt, AVLÝST
Fyri málfrøðingar og fólk, sum hava áhuga í máli og duga bæði føroyskt og svenskt.

Tíð og stað
Endnu ikke afgjort
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Grannamálið svenskt. Kunnu orðabøkur eggja til áhugu fyri grannamálunum í Norðurlondunum?
v/ málfrøðingum, sum eru við í arbeiðinum at fáa tílíkar orðabøkur til vega.
Málbólkur: Skeiðið er ætlað áhugaðum í grannamál. Serliga svenskum og føroyskum máli, ungum eins væl og gomlum, sum kundu hugsað sær at givið eitt íkast til komandi arbeiði við at gera eina svensk-føroyska/føroysk-svenska orðabók.
Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.
Endamálið er at fáa íblástur til kjak og orðabólkaarbeiði og at fáa fólk saman, sum hava áhuga í, at hetta arbeiðið verður gjørt, bæði málfrøðingar og fólk, sum hava áhuga í máli og duga bæði føroyskt og svenskt. Um undirtøka er fyri tí, verður fokus á eitt norðurlendskt grannamál hvørt ár. Háskúlin vil við hesum skeiði viðvirka til at miðla norðurlendskum samleika og samstarvi.
______________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.