fre. 13. aug. | Føroya Fólkaháskúli

Grafikkskeið

v/ Pernille Mejslov Fyri tey sum ynskja sær størri innnlit í grafik
Grafikkskeið

Tíð & stað

13. aug. 16.00 – 15. aug. 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Grafikskeið

v/Pernille Mejslov

Málbólkur: Til tín sum vil læra listarprent av ymiskum slagi.

Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Monotypi og collografi er ein grafiskur arbeiðsháttur, sum letur upp fyri skapanarevnunum, við einstøkum myndum ella myndum í einum minni upplagi. Vit fara at tekna og pláti og skapa okkara egnu plátur av pappi. Vit brúka bæði djúp- og hátrykk..

Hetta skeiðið er til tey sum kenna til grafikk ella eru virkin í øðrum listargreinum.

____________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil