fre. 11. mar.
|Tórshavn
Grafikk, monotypi og blandteknikkur
Pernille Mejslov

Tíð og stað
11. mar. 16.00 – 13. mar. 16.00
Tórshavn, Háskúlavegur 14
Um skeiðið
Á skeiðnum fara vit at skapa ein ørgrynnu av vøkrum grafikki og endurskapa ta gandakenda fjøldbroytnið, ið grafikkin inndiheldur. Vit prenta grafikk á lítil pappír, í einkultum eintøkum og smáum uppløggum, og á hendan hátt finnur hvør sítt kreativa flow. Vit nýta okkara umhvørvi, ymiskar mannagongdir, snildi og læra at hugsa uttanfyri boksina.
Pernille er myndlistafólk, og í síni undirvísing leggur hon serligan dent á skapanargleði, flow og samanhald. Hon gongur høgt upp í at hava virðing fyri, hvar tann einkulti luttakarin er í prosessini. Hon er búsitandi í Danmark, men hevur búð og arbeitt í Føroyum í fleiri ár.
Undirvísingin fer fram á donskum, men Pernille skilur føroyskt.
Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.
_______________________________________________________________________________
Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.