tir. 22. nov.
|Føroya Fólkaháskúli
Glasskeið við Marjun
Stuttligt glasskeið har øll kunnu vera við.

Tíð og stað
22. nov. 2022 17.00 – 24. nov. 2022 21.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
--> Tekna til skeiðið HER! <--
Glasskeið – litríkar, sjálvgjørdar jólagávur.
Glas er sera hugaligt at arbeiði við og lætt at evna til vakrar lutir.
Á skeiðnum verður høvi at gera tvær skálir ella eitt størri fat umframt nakrar smærri lutir so sum fýrfatsstaka, saltílat, hálsprýði, oyraperlur ella jólaprýði.
Vit nýta litað glas í plátum, sum verða skornar sundur, lagdar í mynstur og síðani brendar í tveimum umførum. Brenningin verður ikki liðug á skeiðnum, men alt verður klárt í góðari tíð til jóla.
Ein serstøk jólagáva, sum ikki kann keypast!
-
Skeiðshaldari, Marjun Svartafoss.
Marjuni hevur altíð dámað at fáast við list, litir og skapandi virksemi av ymsum slagi.
Hon rak virkið Glarlist í 5 ár við síðuna av dagliga starvinum í Norðurlandahúsinum, Tutl og Østrøm.
_______________________________________________________________________________
Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.