fre. 21. feb. | Føroya Fólkaháskúli

Ger tínar egnu leirflísar

Hildur Hermansen, leirkona Set tín egna dám á køkin, vesið, gongina ella túnið við heimagjørdum flísum
Man kan ikke længere tilmelde sig
Ger tínar egnu leirflísar

Tíð & stað

21. feb. 2020 16.00 – 23. feb. 2020 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Ger tínar egnu leirflisar og fá listina inn í heimið v/ Hildur Hermansen, leirkona

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, tilfar, gisting og mat.

Málbólkur: Øll yvir 15 ár. Í mesta lagi 10 næmingar.

OBS: Fríggjadagin 21. februar til sunnudagin 23. februar, umframt leygardagin 28 februar

Set tín egna dám á køkin, vesið, gongina ella túnið við heimagjørdum flísum og uppliv listfrøðina í gerandisdegnum. Formur, litur og temu eru óavmarkað, og tú kanst mynda tínar meiningar, upplivingar og áhugamál inn í flísuna. Vit arbeiða við steintoy-leiri. Leirurin verður brendur upp í 2040 hitastig og hevur tí gott haldføri.

Hildur Hermansen er sjálvlærd leirkona og hevur havt ymiskar søluframsýningar. Harumframt hevur Hildur undirvíst í keramikki á Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla í 10 ár.

Hildur er fastur lærari á Føroya Fólkaháskúla.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil