Fri, Apr 16 | Føroya Fólkaháskúli

Ger hugskotini til succes-upplivingar・Fyri handbindarar

v/ Katrinu í Geil Handverk, vitan og vegleiðing - alt í einum.

Tíð & stað

Apr 16, 4:00 PM – Apr 18, 4:00 PM
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Ger hugskotini til succes-upplivingar・Fyri handbindarar

v/Katrinu í Geil

Málbólkur: Handbindarar.

Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Onkur klæðir dáma vit, annað fara vit aldrin í.

Saman við Katrinu lærir tú at binda tey góðu klæðini. Tey, sum tú trívist í. 

Har samskifti millum ynski, kropp og førleikar skapa succes-upplivingar. 

Og handverk, vitan og vegleiðing fáa bæði tey stillu og tey villu hugskotini at eydnast.

Luttakarar taka við: Eina troyggju, tey hava gjørt til sín sjálvs.

Smáir bindiprøvar, sum tey hava gjørt.

Skitsubók, brúnt pappír, stóra lineal og blýantar.

Ymiskt tógv til handbinding, stokkar, heklinál, mátiband

nálir, knappanálir, saksur o.t.

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)