fre. 18. mar. | Tórshavn

Ger hugskotini til succes-upplivingar

Katrina í Geil
Ger hugskotini til succes-upplivingar

Tíð og stað

18. mar. 16.00 – 20. mar. 16.00
Tórshavn, Háskúlavegur 14

Um skeiðið

TEKNA TEG HER

Onkur klæðir dáma vit, onnur fara vit ongantíð í. Saman við Katrinu lærir tú at binda tey góðu klæðini. Tey, sum tú trívist í. Har samskifti millum ynski, kropp og førleikar skapa succes-upplivingar. Og handverk, vitan og vegleiðing fáa bæði tey stillu og tey villu hugskotini at eydnast.

Katrina í Geil er tekstilsniðgevi við sergrein í binding og Master í Sniðgeving. Hon arbeiðir sum sniðgevi og persónligur stílistur. Hon kannar í løtuni konufólkatroyggjuna til føroysku klæðini og arbeiðir við bók um, hvussu klæðir kunnu skapa trivna.

Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.

_______________________________________________________________________________

Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.