fre. 10. jun.

|

Tórshavn

Fysisk teater og historiefortælling

Eik Leknesund Elnes (NO)

Fysisk teater og historiefortælling

Tíð og stað

10. jun. 16.00 – 12. jun. 16.00

Tórshavn, Háskúlavegur 14

Um skeiðið

TEKNA TEG HER

Eik er norskur koreografur, dansari, sirkusartistur, listalærari og samskipari. Hann hevur MA í dansi umframt prógv frá sirkus og leiklistaskúlum í DK, Svøríki og Norra. Sjálvur skrivar hann, at hann leggur dent á at dansur, leiklist og sirkus er fyri øll, og ”leik er viktigt” Hann kemur sjálvur frá lítlum oyggjasamfelagi í Norra, og ynskir at deila sína vitan men eisini fáa íblástur úr Føroyum.

”Vit arbeiða við ymiskum mannagongdum innan leiklist, eitt nú pantomime, klóvnasjónleik, Lecoq, Grotowski og Meyerholdt. Teknikkirnir skulu hjálpa okkum at koma nærri at karakterum og skapanini av teimum. Vit fara eisini at byggja og hyggja at tí ósjónliga rúminum og nýta kroppin at lýsa ymiskar støður. Fokus verður á tekst, improvisatión, raddarvenjing og søguforteljing.

Undirvíst verður á norskum.

Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.

_______________________________________________________________________________

Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.