top of page

fre. 06. mar.

|

Føroya Fólkaháskúli

FULLTEKNAÐ! Frá bolla til listaverk

Hildur Hermansen, leirkona Evna tín egna bolla og gev hugflognum frítt at fara - uppliv listaverkið taka skap undir tínum hondum.

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
FULLTEKNAÐ! Frá bolla til listaverk

Tíð og stað

06. mar. 2020 16.00 – 08. mar. 2020 16.00

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Frá bolla til listaverk

v/Hildur Hermansen, leirkona

Málbólkur: Øll yvir 15 ár.

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat (eingin gisting 21.mars)

OBS: Fríggjadagin 6. mars til sunnudagin 8. mars umframt  leygardagin 21. mars

Evna tín egna bolla og gev hugflognum frítt at fara. Formur, litur og temu eru óavmarkað. Uppliv listaverkið taka skap undir tínum hondum.

Vit arbeiða við steintoy-leiri. Leirurin verður brendur upp í 2400 hitastig og hevur tí gott haldføri.

Hildur Hermansen er sjálvlærd leirkona og hevur havt ymiskar søluframsýningar. Harumframt hevur Hildur undirvíst í keramikki á Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla í 10 ár. Hildur er lærari á Føroya Fólkaháskúla.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

bottom of page