Thu, Mar 18 | Føroya Fólkaháskúli

Frá hugskoti til succes-upplivingar・Fyri maskinbindarar

v/ Katrinu í Geil Fá bæði tey stillu og tey villu hugskotini at eydnast.

Tíð & stað

Mar 18, 4:00 PM – Mar 21, 4:00 PM
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Frá hugskoti til succes-upplivingar・Fyri maskinbindarar

v/Katrinu í Geil

Málbólkur: Maskinbindarar

Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Bestu klæðini eru tey, sum vit trívast í.

Tit báðar Katrina samskifta um hugflog, kropp og førleikar, so tíni hugskot gerast til succes-upplivingar. 

Har skap, litir og tilfar skapa pløgg, sum lyfta upp bæði innaní og uttaná. 

Við vitan, handverki og góðari vegleiðing fáa vit bæði tey stillu og tey villu hugskotini at eydnast.

Luttakarar taka við: Eina troyggju, tey hava gjørt til sín sjálvs.

Bindiprøvar

Stóra lineal, skitsubók, brúnt pappír og blýantar.

Tógv til maskin- og handbinding, stokkar, mátiband

nálir, knappanálir o.t.

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)