fre. 08. apr.

|

Tórshavn

Fotoskeið - printa í myrkri

Gwenael Akira Helmsdal Carré

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
Fotoskeið - printa í myrkri

Tíð og stað

08. apr. 16.00 – 10. apr. 16.00

Tórshavn, Háskúlavegur 14

Um skeiðið

TEKNA TEG HER

Skeið í analogum foto. Endamálið er fyrst og fremst at geva luttakarunum innlit í, hvørji negativ eru góð at prenta. Tit kunnu sjálvi taka negativ við, eitt nú gomul negativ hjá familjuni ella annað tit halda vera áhugavert.

Tit læra: at blanda løgirnar til framkalling, um framkallingartíðir, ymisk pappírssløg og at gera royndarprent við ymiskum kontrastum og framkallingartíðum, sum hóska myndunum best.

Gwenaël er ein føroyskur portrett- og løtumyndafotografur. Hann mennir síni hugskot við at nýta ymsar miðlar, so sum ljós, svart- hvítan film, 35mm ella stórformat foto. “Tað snýr seg bæði úrslitið og hvussu tú kemur til tað. Møguleikarnir eru nógvir.” – AKIRA

Málið er, at hvør luttakari hevur eina fullfíggjaða prentaða filmsrullu við sær heim, tá skeiðið er av.

Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.

_______________________________________________________________________________

Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.