fre. 14. feb. | Føroya Fólkaháskúli

Foto / Digital

Edvard Nyholm Debess, fotografur Eitt fotografiskt arbeiðsvikuskifti har vit menna okkara evni at síggja motivið, komponera myndina og fanga løtuna.
Man kan ikke længere tilmelde sig
Foto / Digital

Tíð & stað

14. feb. 2020 16.00 – 16. feb. 2020 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Hvør er tín persónligur fotostílur?

Málbólkur: Øll sum eiga eitt myndatól - tó er aldursmarkið 15 ár.

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Eitt fotografiskt arbeiðsvikuskifti har vit menna okkara evni at síggja motivið, komponera myndina og fanga løtuna.

Vit ferðast í ymiskum sjangrum, m.a. dokumentar, portrett og landslag, umframt at koma inn á hugtøk sum teknikk, myndafatan, myndaevni, kompositión v.m..

Arbeitt verður við at loysa settar fotouppgávur og roknast skal við at arbeiða bæði einsamallur og í bólki.

Edvard er sum fotografur sjálvlærdur og hevur síðan konfirmationsaldurin verið íðin fotografur.

Hesi seinastu árini hevur Edvard fingist við foto á einum professionellum støði, givið út tvær fotobøkur, havt framsýning og hildið væl vitjaði fotoskeið á Háskúlanum, umframt støðugt at vera í holt við verkætlanir og uppgávur.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil