fre. 03. apr. | Føroya Fólkaháskúli

Foto / Analog - gamalt

Edvard Nyholm Debess, fotografur Nær vart tú seinast í myrkakamarinum? Áðrenn digital var analog foto tann vanligi mátin at fotografera uppá, - og nú er analog aftur tað kula!
Man kan ikke længere tilmelde sig
Foto / Analog - gamalt

Tíð & stað

03. apr. 2020 16.00 – 05. apr. 2020 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Málbólkur: Fólk sum eiga eitt fototól til filmar og sum hava hug til at læra hvussu slík myndagerð fer fram, - ella sum 

frammanundan vita og vilja uppfríska gamlan lærdóm.

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Til fyri 30 árum síðani var analog foto tann mesta vanligi mátin at fotografera uppá.

Tú setti ein film í fototólið, tók myndirnar, fekk filmin framkallaðan (ella framkallaði hann sjálv/ur) og fekk pappírsmyndir avritaðar av filminum.

Aftaná digitalu foto-innrásina í 90unum hevur hesin hátturin at fotografera uppá liva sítt stilla lív í bakgrundini, men hevur tey seinastu árini verið á veg fram, - og tað stórliga.

Í dag er hetta aftur ein sera viðurkendur háttur at vera fotografur uppá, og har verða ment nýggj fototól, filmar, fotopappír, margfaldarar - og alt sum ein hevur brúk fyri til at vera ein hip analog nörd a la 2020.

Á hesum skeiðinum verður tikið saman um teori og praksis í at taka myndir við okkara analog-myndatólum, og vit fara í myrkamarið hjá háskúlanum at framkalla filmarnar og gera pappírsmyndir.

Úti í heimi vinda slík skeið uppá seg, og nú kann Føroya Fólkaháskúli eisini bjóða hetta forkunnuga skeið.

Edvard er sum fotografur sjálvlærdur og hevur síðan konfirmationsaldurin verið íðin fotografur.

Hesi seinastu árini hevur Edvard fingist við foto á einum professionellum støði, givið út tvær fotobøkur, havt framsýning og hildið væl vitjaði fotoskeið á Háskúlanum, umframt støðugt at vera í holt við verkætlanir og uppgávur.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil