fre. 13. maj | Tórshavn

Fortel! Skeið í storytelling

Bárður Persson
Fortel! Skeið í storytelling

Tíð og stað

13. maj 16.00 – 15. maj 16.00
Tórshavn, Háskúlavegur 14

Um skeiðið

TEKNA TEG HER

Málbólkur: Øll er hjartaliga vælkomin

Hevur tú eina søgu tú fegin vilt fortelja? Eina yrking tú aldrin tordi at lesa upp? Eina talu, sum tú ongantíð fekk hildið? Ella kanska ein stand-uppara í búkinum? Whatever!

Á hesum skeiðinum arbeiðir tú við at finna tína styrki innan frambering og at gera tilfarið livandi. Áðrenn skeiðið verður høvi at hitta Bárð, og tosa um, hvussu skeiðið fer fram.

Bárður hevur drúgvar royndir sum sjónleikari, og sum undirvísari í at bera fram.

Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.

________________________________________________________________________

Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.