fre. 14. feb. | Føroya Fólkaháskúli

Føroyskur dansur og kvæðaskaldskapur

Jónleif Johannesen Um kvæði, at skipa, dansispøl og at læra uttanat. Fyrilestur, bólkaarbeiði og upp á gólv.
Man kan ikke længere tilmelde sig
Føroyskur dansur og kvæðaskaldskapur

Tíð & stað

14. feb. 2020 16.00 – 16. feb. 2020 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Føroyskur dansur og kvæðaskaldskapur v/Jónleif Johannesen, kvæðaskipari, yrkjari og fyriskipari av dansitiltøkum 

Málbólkur: Øll

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Føroyski dansurin og kvæði er millum dýrastu mentanarperlur okkara. Luttakararnir á skeiðinum ogna sær vitan um kvæðini og føroyska dansin. Vit koma hesar dagarnar at viðgera fleiri evni: Hættir at læra kvæðini uttanat og at skipa í dansi. Vit læra okkum dansispøl. Vit læra um kvæðasøgu. Vit kunna okkum um, hvat tilfar finnst og vit fáa kunnleika um hvørja støðu kvæðini og føroyska dansurin hava í dagsins samfelag. Vit fara at hoyra stuttar fyrilestrar, fara upp á gólv og hava bólkaarbeiði. Luttakararnir hava ein virknan leiklut undir leiðslu av skeiðshaldaranum.

Jónleif Johannesen er 41 og búsitandi í Klaksvík. Kvæðamentanina hevur hann fingið inn við móðurmjólkini í Dali. Hann hevur altíð verið virkin í føroyskum dansi, hevur yrkt kvæði, verið formaður í Sláið Ring, Fótatraðk og nevndarlimur í Klaksvíkar dansifelag, umfrat at hava barnadans á Kalsoyni, Viðareiði, Hvannasundi, Klaksvík og Fuglafirði. Hann hevur skipað fyri skeiðum og kvæðatiltøkum og hildið fyrilestrar fyri kvæðaáhugaðum. Jónleif er útbúgvin fólkaskúlalærari.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil