fre. 02. okt. | Føroya Fólkaháskúli

Eksperimenterandi linoleumsskeið FULLTEKNAÐ

Bárður Dal Christiansen, listamaður Lær teknikkir, bæði digitalar og analogar, ið kunnu lyfta linoleumsprentini á eitt hægri støði.
Man kan ikke længere tilmelde sig
Eksperimenterandi linoleumsskeið FULLTEKNAÐ

Tíð & stað

02. okt. 2020 16.00 – 04. okt. 2020 20.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Linoleums- og listaskeið fyri øll

v/Bárði Dal Christiansen, listamanni

Endamáli er at framleiða linoleumsprent har vit hava eina eksperimentarandi mannagongd tá vit prenta. Hetta kann til dømis vera at blanda prentsvertuna við øðrum komponentum sum sápu, salt o.s.fr..

Fyri at koma í gongd við tilfarinum skjótast gjørligt byrja vit við at skitsera beinleiðis á linoleumið.

Vit fara eisini at arbeiði við at fáa ymisk úttryk úr sama prentið.

Vit læra teknikkir ið kunnu lyfta linoleumsprentini á eitt hægri støði. Tað kan vera bæði digitalt og analogt.

Eisini er møguleiki at brúka annað tilfar enn linoleum, um man hevur hug til tad. Tað kann til dømis vera træ ella líknandi.

Vit taka samanum hvønn dag og seta orð á tað vit hava lært.

Málbólkur: Skeiðið krevur ikki nakrar ávísar førleikar og øll kunnu tí luttaka óansæð listarligar gávur.

Tó er tað ein fyrimunur, um man hevur royndir.

Kostnaður: 1.500 kr. íroknað vistarhald og tilfar. 

______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil