Time is TBD
|Tórshavn
Dreymrúm - skapa ein dreym í einum kassa, avlýst
Rakel Helmsdal

Tíð og stað
Time is TBD
Tórshavn, Háskúlavegur 14
Um skeiðið
Luttakararnir fara at byggja hvør sítt dreymalandslag inni í kassum. Vit gera figurar, landsløg og bygningar. Ljós og ljóð kann verða bygt inn í verkið. Luttakarar skulu hava nakað av egnum tilfari við: Ein grunnan kassa av onkrum slag (max 40-50 cm) og eitt savn av nýtiligum burturkasti/tilfari, sum kann endurnýtast: metal, papp, plast, glas, postalín/keramikk, træ, og ymiskir brotnaðir lutir sum liggja og sløðast í krókunum heima.
Rakel Helmsdal er rithøvundur og fjøllistafólk. Hon skrivar og myndprýður bøkur, hevur leikhúsið Karavella Marionett-Teatur og fæst við myndlist - bæði skulpturella list og prentlist.
Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.
________________________________________________________________________
Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.