lør. 04. mar.
|Føroya Fólkaháskúli
Drekar, sum flúgva
Dagskeið v/Djóna Dalsgarð

Tíð og stað
04. mar. 10.00 – 17.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Á hesum skeiðinum fært tú høvi at finna gleðina í at gera tín egna dreka, sum flýgur!!! Samstundis lærur tú eitt sindur um skap og fjarstøður (støddfrøði). Skeiðið tvinnar handaligt og ástøðiligt arbeiði saman við rørslu, sum gevur børnum, ungum og foreldrum møguleikan at spæla saman - bæði inni í verkstovuhøli á Háskúlanum og úti á økinum runt skúlan.
Skeiðið er dagskeið frá kl. 10 til kl. 17, og døgurðin á miðdegi er íroknaður prísinum.
Skeiðshaldari
Djóni hevur verið á skeið at læra at gera drekar. Hann brúkti evnið í síni fráfaringaruppgávu í støddfrøði/námsfrøði á Føroya Læraraskúla, og hevur gjørt eina rúgvu av drekum í síni undirvísing í fólka-/frískúla.
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.