fre. 22. apr.

|

Tórshavn

Dansiskeið í swingdansi (fyri øll)

Lív Reynheim (FO) og Piotr Borowian (PL)

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
Dansiskeið í swingdansi (fyri øll)

Tíð og stað

22. apr. 16.00 – 24. apr. 13.30

Tórshavn, Háskúlavegur 14

Um skeiðið

TEKNA TEG HER

Tey flestu seta allarhelst swingdans í samband við USA í 50'unum, blomstruttar stuttar kjólar og menn, ið kasta kvinnur høgt upp í luftina. Dansivikuskiftið á Háskúlanum fer eitt sindur róligari til verka, men fokus verður á at hava tað stuttligt, flyta seg til góðan tónleik og at læra nýggjar dansiteknikkir. Høvuðsdentur verður lagdur á dansihættirnar Blues- og Lindy Hop, sum eru millum kendastu swingsløgini. Hetta eru partnaradansir, sum í altjóða høpi hava orð sum ‘playfulness’, 'musicality' og ‘exploration’ knýtt at sær. 

 

SO! Tak tín partnara, tína vinkonu, foreldrini ella grannan undir armin - ella kom kom sjálv/sjálvur (tær nýtist ongan makkara fyri at tekna teg)! Øll kunnu vera við - roynd, sum óroynd. 

Undirvíst verður á enskum, men umsett verður sjálvandi, um tað er neyðugt.

Piotr og Lív hava dansað swingdans saman í áravís. Tey hava ein serligan kærleika fyri dansigreinunum Blues og Lindy Hop, tí mann verður í góðum lag av tónleikinum. 

Skeiðsgjald 900 kr tilsamans fyri alt vikuskiftið (inkl. nátturða fríggjakvøldið og døgurða leygar- og sunnudag).

Leinkja til dømi (lindy hop): https://youtu.be/hM3KlqqNNG8

Leinkja til dømi (blues): https://youtu.be/Qh-E3RTG3mU

________________________________________________________________________

Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.