fre. 22. apr. | Tórshavn

Dansiskeið í Blues og Lindy Hop (byrjunarstøði)

Lív Reynheim (FO) og Piotr Borowian (PL)
Dansiskeið í Blues og Lindy Hop (byrjunarstøði)

Tíð og stað

22. apr. 16.00 – 24. apr. 16.00
Tórshavn, Háskúlavegur 14

Um skeiðið

TEKNA TEG HER

Undirvísingin byggir á eina kombinatión av Blues- og Lindy Hop dansi. Hetta eru sosial dansisløg, har orð sum ‘playfulness’, 'musicality' og ‘exploration’ ofta verða nýtt. Talan er um partnaradansir, har øll kunnu vera við - roynd, sum óroynd. Fokus er á at hava tað stuttligt, flyta seg til góðan tónleik og at læra nýggjar dansiteknikkir. 

Tak tín partnara, vinkonuna, foreldrini ella grannan undir armin - ella kom kom sjálv/sjálvur!

Undirvíst verður á enskum, men umsett verður sjálvandi tá tað er neyðugt.

Piotr og Lív hava í áravís dansað nógv ymisk sløg av swingdansi saman. Tey hava ein serligan forkærleika fyri dansigreinunum Blues og Lindy Hop.

Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.

________________________________________________________________________

Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.