Dansiskeið fyri børn og vaksin
Tíð & stað
Um skeiðið
Dansiskeið fyri børn og vaksin
v/ Sharon Weiss, Kristian Blak og Anne Hüdepohl
Málbólkur: Øll, ið hava hug at dansa og verða saman.
Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.
Familjuskeið, har vaksin og børn læra og dansa fólkadansir og dansispøl saman.
Aldursmarkið er 7 ár, men einki aldursloft, tó skal tú vera gonguførur/dansiførur
Kanska eisini samanspæl, kórsangur, okkurt handaligt, onkur sigur frá søgum/upplestur, alt eftir, hvør teknar seg
Er veðrið gott, kanska fara vit út at dansa dansispøl...
Tak ljóðføri, stokkar og yndisbøkur við.
_____________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.