fre. 23. apr. | Føroya Fólkaháskúli

Dansiskeið fyri børn og vaksin

v/ Sharon Weiss og Kristian Blak Familjuskeið - dansa og hugna tær yvir fleiri ættarlið.

Tíð & stað

23. apr. 16.00 – 25. apr. 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Dansiskeið fyri børn og vaksin

v/ Sharon Weiss, Kristian Blak og Anne Hüdepohl

Málbólkur: Øll, ið hava hug at dansa og verða saman.

Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat. Skeiðsgjaldið er fyri ein vaksnan og eitt barn. Um fleir enn eitt barn kemur við sama vaksnu, er gjaldið 500 kr/barn.

Familjuskeið, har vaksin og børn læra og dansa fólkadansir og dansispøl saman.

Aldursmarkið er 7 ár, men einki aldursloft, tó skal tú vera gonguførur/dansiførur

Kanska eisini samanspæl, kórsangur, okkurt handaligt, onkur sigur frá søgum/upplestur, alt eftir, hvør teknar seg

Er veðrið gott, kanska fara vit út at dansa dansispøl...

Tak ljóðføri, stokkar og yndisbøkur við.

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)