man. 19. jul. | Føroya Fólkaháskúli

DansiEksperimentið 2021 Tekningarfreist 15.04

v/ Diana Jógvansdóttir Hansen, Rúna Volmarsdóttir, Andrea Joensen Dansivenjing, verkstovur, framsýning og vinarlag.

Tíð & stað

19. jul. 16.00 – 26. jul. 22.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Dansieksperimentið DX21

v/Dianu Jógvansdóttir Hansen, Rúnu Vollmarsdóttir, Andreu Joensen

Aldursmark fyri at luttaka: 14 ár.

DansiEksperimentið er ein árlig verkætlan og dansiskeið á Føroya Fólkaháskúla, ið savnar føroyskar yrkis- og áhugadansarar. Saman við dugnaligum koreografum og í samspæli við aðrar listagreinar, skipa og skapa vit eina dygdargóða dansiframsýnining.

Sum partur av DX21 bjóða vit tær: 30 tímar+ av dygdargóðari dansivenjing undirvíst av yrkisdansarum, verkstovur í dramaturgi og dansisøgu, kjakverkstovu um list, mat og munnbitar, t-troyggju, endaveitslu, og ikki minst møguleikan at vera við í eini yrkisligari, tvørlistarligari dansiuppsetan á høgum støði, saman við nógvum øðrum og ymiskum listafólkum.

Luttøkugjald: 600 kr.

OBS! Vit ynskja at hava so nógv við sum gjørligt, men vegna stóra undirtøku undanfarin ár kunnu vit ikki veita vissu fyri at øll sleppa við.

Lesið meira um DansiEksperimentið á www.dansieksperimentid.fo.

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)